Back to All Events

Nýggjárskonsert við Føroya Symfoniorkestri

  • Norðurlandahúsið 14 Norðari Ringvegur Tórshavn, Streymoyar, 100 Faroe Islands (map)

Til ársins nýggjárskonsert hevur symfoniorkestrið bjóðað fleiri føroyskum solistum við á pall – tónleikarar, sum Bernharður Wilkinson hevur arbeitt saman við gjøgnum árini. Fyribils kunnu vit avdúka, at Elin Rasmussen (violin) er ein av solistunum. Elin vann Stella Polaris-kappingina í 2025 og lesur nú á Musikhögskolan í Malmö.

Ari Hammer Joensen (orgul) er somuleiðis millum solistarnar. Ari vann aðru virðisløn í Stella Polaris-kappingini fyrr í ár, og lesur annars á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium.

Sopranarnir Birita Poulsen og Hanne Marit Mordal Iversen vera somuleiðis við, eins og fleiri solistar, ið verða kunngjørdir seinni.

Kórið við ikki minni en umleið 85 ágrýtnum sangarum er týdningarmikil partur av nýggjárskonsertini. Tey, ið áður hava verið til nýggjárskonsert vita, at neyvan er nakað vakrari enn samspælið millum kór og sympfoniorkestur.

Áhoyrarnir kunnu gleða seg til tvey framúrskarandi kvøld – og sjálvandi bjóða vit kransakøku og eitt glas við brúsandi í steðginum – “same procedure as every year, James.”

Previous
Previous
January 9

Nýggjárskonsert við Føroya Symfoniorkestri

Next
Next
March 7

Der Theaterdirektor in Nöten - Lautten Compagney Berlin